Dræger í Ísland

FØNIX Sp/F, hevur í dag, undirskrivað sáttmála við DRÆGER, sum ber í sær, at FØNIX Sp/f umboðar DRÆGER í Føroyum og Íslandi.
Nýggi sáttmálin er grundaður á tað samstarv, sum vit hava havt, síðani á heysti 2006. Tað hevur verið ein støðug menning, sum m.a. hevur havt við sær, at vit í dag kunnu testa roykkavaraútgerð og gassmátitól.
Fyrsta átakið hjá okkum, í Íslandi, var á fiskivinnuframsýningini, sum var hildin í oktober í fjørð.
Vit rokna ikki við so nógvari sølu í Íslandi at byrja við, men harafturímóti verður orka løgd í at fáa samband við viðskiftarfólkini í Íslandi, við tí fyri eyga, at vit eru í fremstu røð, tá ið gongd kemur á aftur.