Eldsløkkjarar

FØNIX Sp/f hevur lagt seg eftir at veita bestu tænastuna innan eftirlit og viðlíkahald av eldsløkkjarum. Okkara arbeiði er bygt upp eftir leiðireglum hjá Dansk Standard og FORCE instituttinum. Harafturat hava vit fingið góðkenning av okkara arbeiði frá Det Norske Veritas.

Okkara filosofi er, at útgerðin ikki skal takast vekk frá tí staði har hon hongur, fyri at fara til eftirlit. Tá er trygdin ikki longur í lagi. Í staðin verður eftirlitið gjørt á staðnum. Um so er eitthvørt er áfatt, sum ger at útgerðin skal inn á verkstaðið til umvæling ella trýstroynd, so hava vit nýggja útgerð við í bilinum, sum verður hongd upp

Eisini taka vit ábyrgdini av, at eftirlitini verða gjørd einferð um árið.

Um tú ynskir at frætta nærri um hesa tænastu, so er bert at skriva til okkara á fonix@fonix.fo ella ringja 31 16 31.