Sum umboð fyri DRAEGER, selja vit mátitól, sum eru før fyri at máta hópin av evnum í luftini. Mest brúkta instrumentið í Føroyum, er X-am familjan, har X-am 2000 er nógv mest útbroytt. Harumframt eru eisini alcoholtetsarar, CO og O2 testarar.
Umframt at selja útgerðina, veita vit eisini tæanstu innan hesi tól. Tólini hava fyri neyðini, at blíva kalibreraði við jøvnum millumbilum og tað átaka vit okkum at gera.
Nærri upplýsingar um møguleikar innan mátingar og samanseting av tólum v.m. kann fást við at skriva til okkara á fonix@fonix.fo ella við at ringja 31 16 31

