Brandstigi

  • Ein trygd rýmingarleið

Tann dansk framleiddi MODUM brandstigin er serstakur. Tá ið hann er ikki er í nýtslu, er hann diskretur og foldaður saman á einum útiveggi. Í eini neyðstøðu opnast hann uppá fá sekund við hjálp av eini útloysningssplittu, har hann foldar seg út, so man lættliga og trygt kann klíva niður. Um tað eru fleiri hæddir, kunnu útloysingarstøðir installerast á hvørjari einkultari hædd. Stigin kann loysast út á hvørjari hædd, men bert niðureftir. Um stigin td. verður útloystur á 3 hædd, kann ein annars framvegis útloysast frá hægri hæddum og niður til 3. hædd. Tá stigin ikki kann opnast frá gøtuni, so er tað ómøguligt hjá óviðkomandi fólkum at klíva uppat stiganum.

 
 

 Útloysari

´

Útloysingarstøð.


Stigin er vælegnaður til gistingarhús, kontór, stovnar og privatfólk. Bert fyri vísa hvussu langir teir kunnu verða, so er tann longsti MODUM-brandstigin installeraður í einum gistingarhúsi í Eysturríki og hann er 40 metur langur.

 
 


Ofta er sagt, at man kann føla seg tryggan, tá ið innandurða rýmingarleiðin er brandtryggja við td. gipsi. Tíverri er tað veruleiki, at eldur í eini gongd kann forða atgongd til rýmingarleiðina, tí tað er meir roykurin enn eldurin, sum drepur. Ein rýmingarleið full av royki er eitt ringt hugskot. Men við MODUM stigum innrættaðar á teimum røttum støðunum, vil hetta altíð verða ein  trygg rýmingarleið.

MODUM stigin  kann eisini koma við tryggingarselum.  Sjálvt um vindeygað opnast ”tann skeiva vegin”, so verður trupuleikni loystur við einum einum trini, sum er útfrá húsinum.  
 

Í húsum við fleiri hæddum verður næstan altíð sovi í ovaru hæddunum. Og tá ið eldar oftast byrja í stovuhæddini, so er tað í mongum førum ómøguligt at fara tí leiðina. Í hesum føri vil man verða tryggur við einum brandstiga frá MODUM.

Stigin eisini kann eisini nýtast í samband við kvistin og rýming yvir takið.    Allir RALlitirnir

Stigin er framleiddur í elokseraðum aluminiummi og er tí sera haldbarur og tolir allar árstiðir, óansæð veður. Hann er Tüv-góðkendurtil eina vekt uppá 500 kg/metur. Stigin er sera stabilur. Hann kann innrættast av einum og ørðum við eitt sindur av snildi. Vit í Fønix kunnu eisini standa fyri innrættingini um nú hetta skuldi verði ynskiligt.